Inventar Tænastan
  • Heim
  • Vit hava gjørt
  • Um okkum
  • Samband
  • Veitarar

Ljóðviðuskifti á arbeiðsplássinum

 Hevur tú eina skrivstovu, fundarhøli, matstovuøki ella eina stovu ella køk, har ljoðgóðskan tykist at vera órógvandi, so hava vit loysnina.
  • Vit koma út at máta ljóðstyrki og rúmklang
  • Vit tekna rúmi upp og gera útrokningar hvussu ljóðmyndin er nú
  • Vit gera útrokningar, hvat skal til fyri, at betra um ljóðgóskuna
  • Vit gera tekningar til endaligu loysn

3D effekt

Tey ljóðminkandi panelini hava eisini møguleiki at festast í veggin við millumstykkum, so tú fært eina 3D effekt. Hetta hjálpir eisini enn meir at dempa ljóðstyrkina og minka um rúmklangin í rúminum.

Panelir eftir mát

Nærum øll panelir kunnu bíleggjast eftir mát, so allir tørvir kunnu nøktast.

Longdir úr 35 cm til 240 cm
Hæddir úr 35 cm til 120 cm

Antibakteriu viðgerð

Tann antibakteriella Scudo San-viðgerðin á møpilstoffinum minkar um bakteriuspjæðing á arbeiðisplássinum. á flestu panelum kann stoffi eisini takast av, um tørvur er á ´ti

Smidligheitin

Stoffi kann í flestu førum, lætt takask av
og vaskast

Ljóðdoyvandi tilfar

Loysnir úr erva

Loysnir á veggi

Loysnir á gólvi

Tilvísing - Torshavn

1. Kundi í Tórshavn hevði trupulleika við rúmklangi í fundarhølinum. Ógjørligt at halda Teams-fundir 
2. Inventar Tænastan ger ljóðmátingar og framleiðir tekningar av rúminum. Rúmklangurin liggur heilt uppi á 913 millisekund
3. Inventar Tænastan monterar sjey panelir á veggin og leverar trý gólv panelir, sum kunnu flytast eftir tørvi.
Úrslitið gjørdist:

Rúmklangur: 913 til 432 millisekund
Ljóðstyrki: minking á 2,62db
Picture
Omanfyri sæst simulering áðrenn broytingina. Simuleringin væntaði eina minking á uml. 60% - Veruliga minkingin lá á 53%, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið

"Loysnin riggar avbera væl! Fyrsta viðmerkingin, sum vit fáa frá vitjandi, er, at ljóðið virkar dempandi og sera behagiligt"

...ein nøgdur kundi

Úrslitið sæst her

Send okkum boð

    [object Object]
Send

Finn okkum her

Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn
Tel. 61 38 00
Inventar@inventar.fo
V-tal: 392146

Privatlívspolitikkur hjá Inventar Tænastuni
  • Heim
  • Vit hava gjørt
  • Um okkum
  • Samband
  • Veitarar