Inventar Tænastan
  • Heim
  • Vit hava gjørt
  • Um okkum
  • Samband
  • Veitarar

Fundarborð

Veitarar:
Fumac
EFG
Kinnarps
Scan Sørlie
MDD.eu

Fumac Inline: prísir úr kr. 8657
Fumac Inline: prísir úr kr. 5170 u/mvg
Fumac Media: prísir úr kr. 5506 u/mvg
Fumac Square: prísir úr kr. 5170 u/mvg
Fumac Switch Media: prísir úr kr. 12503 u/mvg

Fundarhøli

 Skalt tú hava eitt dygdargott Fundarhøli til tínar gestir, so skal orka leggjast í tey fýra átaksøkini 
Picture

Innbúgv

  • Fundarborð
  • Fundarstólar
  • Goymslupláss
  • ​Talvur
Picture

Ljóðgóðska

  • Ljóðstyrki
  • Rúmklang​
Picture

Ljós

  • Náttúruligt ljós
  • Innandura ljós
Picture

Teknisk útgerð

  • Kamera
  • Mikrofon
  • Skíggi
  • Tilknýting​

Fundarhøli í tølum

Fundarborð
Rúmklang
Óljóðsstig
Ljós
Pláss til hvønn pers.
cm Breidd
Hægst
millisekund
Stevnumið
db
Stevnumið
LUX

Innbúgv

Fundarborð
​
Umráðandi er at hava gott pláss til øll, sum luttaka  á fundinum. Kravið til pláss pr persón kann broytast alt eftir, hvat fyri ein fundarstólur verður brúktur. Men velur tú at nýta ein stól, sum hevur hjól, kann snarast og lenast afturav, so er stevnumiðið uml. 70cm pr persón.

Við øðrum orðum: Er tørvurin 12 fólk (6 á hvørjari síðu), so skalt tú hava eitt borð, sum er 420cm til longdar

Fundarstólur
Ymiskt er, hvussu fyritøkur halda fundir, og hevur arbeiðsøkið nógv at siga.

Eru fundirnir vanliga langir og drúgvir, so er umráðandi, at tú hugsar um góðskuna á stólinum. Hevur tú kundar á vitjan, ella skalt tú brynja tíni starvsfólk, so er umráðandi, at hesi sita væl og hugsavna seg um tína framløgu. Tí er umráðandi at hugsa um:
  • Ektað leður - ikki kunst leður
  • Stólurin skal helst kunna snarast og lenast aftur, so gesturin kann broyta síni kropsstøðu
  • Stólurin skal helst kunna hækkast og lækkast, so sitistøðan, í mun til borðið, er røtt
  • Armlen kunnu gera, at gesturin følir seg tryggari og meira móttakiligur
  • Ein rættur litur og spæl í innbúgvinum kann hava ávirkan. Blátt er t.d. ein sissandi og tryggur litur   

Goymslurúm
​
Umráðandi er at hava annað innbúgv hugsað inn í heildarmyndina. Bæði í mun til sniðgevingina, men eisini so tú kanst hava amboð, tilfar, pennar og blokkar nærheindis, so tú sleppur undan at fara úr rúminum. 

Talvur
Eitt dygdargott fundarhøli er sjálvandi væl útgjørt, og tí skulu eisini øll amboð vera til staðar. Fólk eru ymisk og onkur dámar betur at nýta "whiteboard", ein annar kann fyritrekkja ein "flipover". Her kanst tú økja um heildarupplivingina hjá gestum við at hava allar hentleikar.   

Ljóðgóðska

Ljóðið í fundarhølinum er eitt tað mest umráðandi øki, tú skalt hava stýr á. Ljóðmyndin er miðdepilin fyri heildarupplivingina hjá gestum, tað verið seg í rúminum ella á skíggjanum. Fer vánaligt ljóð í mikrofonina kemur ringt ljóð úr hátalaranum í hinum endanum.

Arbeiðseftirlitið hevur ásetingar á økinum, men talan um eitt hægsta mark, áðrenn tað gerst heilsuskaðiligt. Markið er á uml. 80db.

Kanningar í Danmark vísa, hvør besta ljóðstyrkin í einum fundarhøli er;  40 desibel ella lægri. Tvs., at hetta er tað støðuga óljóðið, sum hoyrist í rúminum, tá ongin tosar. 

Rúmklangurin hevur minst líka nógv at siga. Vit kenna kanska betri orðið: "ekkó". Hevur tú nógvar harðar flatur í rúminum, so vil ljóðið speglast aftur, hvørjaferð tað rakar antin loft, vegg ella gólv. Stevnumiðið her liggur á í hægsta lagi 0,6 

Ljós-góðska

Náttúruligt ljós er tað besta, og er møguleiki til tess, lat so skína inn!

Tó er umráðandi, at sólin ikki lýsúr beint inn í rúmið og blendar gestirnar ella tað, sum skal lesast í skíggjanum. Tú skal eisini leggja afturat lampur til veturin. og annars tá ið sólin í heila tikið er goymd. Stevnumiðið er at hava uml. 300-500 lux niður á borðið, har gestir skulu hava sítt fokus á.

Ljósstyrkin frá skíggjanum skal vera uml. 3 ferðir sterkari ( 600-1000Lux )

Send okkum boð

    [object Object]
Send

Finn okkum her

Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn
Tel. 61 38 00
[email protected]
V-tal: 392146

Privatlívspolitikkur hjá Inventar Tænastuni
  • Heim
  • Vit hava gjørt
  • Um okkum
  • Samband
  • Veitarar