Um okkum

Sp/f Inventar Tænastan bleiv stovnað í 1990, men var virkin áðrenn undir øðrum navni.

Tann 1.Mai 1994 keypti Jørgen Petersen Inventar Tænastuna. Hetta var um tað mundið, tá Føroyar vóru í einum fíggjarligum aldudali, og húsaðust vit tá í leigaðum hølum á R.C.Effersøesgøtu.

Í november 1997 keyptu vit ognina Heygsvegur 33 / Undir Heygnum 2 og fluttu í hesi nýggju hølir, har vit enn búleikast. Men so hvørt sum virksemið øktist, blivu hølisviðurskiftini ov trong, so í august 2006 keyptu vit húsið á  Akranesgøtu 3, har vit nú hava fjargoymslu.

Tá vit yvirtóku í 1994, seldi Inventar Tænastan nærum bert handilsinnbúgv, og vit høvdu ikki tað stóra á goymslu, men sum árini gingu øktu vit nógv um úrvalið, soleiðis at vit nú umframt handilsinnbúgv eisini selja innbúgv til goymslur, skrivstovur, skúlar, barnagarðar, ellis-og eldrabýlir, stovnar v.m., og sjálvsagt eisini til privat kundan. Somuleiðis hava vit nú eitt stórt goymslu úrval.

Nú í 2010 hava vit broytt alla miðhæddina í Inventar Tænastuni, har vit nú hava stór framsýningarhølir við skrivstovuinnbúgvi og innbrúgvi til eldrabýli sum kann síggjast  og roynast, áðrenn keypt verður.






19.12.2011

Gleðilig jól og gott nýggjár! Vit ynskja øllum viðskiftafólkum okkara eini gleðilig jól og gott nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið. Vinarliga Inventar Tænastan

03.11.2011

Stórt úrvæl av jólapappíri heimkomið Stórt úrvæl av jólapappíri heimkomið Støkk inn á gólvið og síggj okkara sera stóra úrvæl av nýggjum jólapappíri.

30.09.2011

Gávupappír Nógv nýtt gávupappír heimkomið

Tíðindasavn